Fólkaheilsustýrið verður veruleiki á nýggjárinum

Politikkur18-09-2021 - 11:28 - Jóanis Albert Nielsen

Landsstýrismaðurin í heilsumálum fekk á tíðindafundi í gjár handað ætlanina fyri nýggja Fólkaheilsustýrið. Tíðarætlanin heldur, so nýggja stýrið fer at virka á nýggjárinum. Við nýggja stýrinum verða nógvar uppgávur, sum í dag eru spjaddar út á fleiri ymiskar stovnar og eindir í heilsuverkinum, savnaðar á einum stað. Men harumframt fær stýrið eisini fleiri nýggjar uppgávur at loysa

Eitt føroyskt Fólkaheilsustýri verður veruleiki á nýggjárinum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fekk á tíðindafundi í morgun handað eina ætlan fyri skipanina av nýggja stýrinum, og her kundi hann boða frá, at tað bæði hevur fakliga og breiða politiska undirtøku.

Tíðliga í ár var ein serfrøðingabólkur settur at ráðgeva Heilsumálaráðnum í arbeiðnum at skipa eitt fólkaheilsustýri, og tað var hesin serfrøðingabólkur, sum í morgun handaði landsstýrismanninum ætlanina við heitinum “Ætlan fyri Fólkaheilsustýri í Føroyum 2022 – 2028. ”

Tørvur er á Fólkaheilsustýrinum at savna tær yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar – eitt Fólkaheilsustýri, sum hevur hollan kunnleika til føroysk heilsuviðurskifti og samfelagsviðurskifti sum heild, og sum kann loysa eina røð av heilsufakligum uppgávum.

Bygnaðarliga verður í fyrsta umfari talan um at savna virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavninum, og byrjað verður eisini við verandi játtanum hjá hesum trimum eindunum.

Men umframt hetta fær Fólkaheilsustýrið fleiri nýggjar uppgávur, eisini uppgávur, sum í dag verða loystar av donskum stovnum og myndugleikum. Millum annað skal Fólkaheilsustýrið loysa hesar nýggju uppgávurnar:

  • Gera tilmælir til politiska myndugleikan um ráðlegging innan heilsuverkið,
  • Hava um hendi fólkaheilsuarbeiðið, heilsufremjan og fyribyrging,
  • Umsita tær uppgávur, ið eru lagdar til Ílegusavnið sambært ílegulógini,
  • Veita heilsufakliga ráðgeving til myndugleikar og stovnar,
  • Skipa, viðgera og menna hagtøl á heilsuøkinum,
  • Skipa, umsita og menna heilsuskráir,
  • Veita borgarum og almenninginum kunning um heilsufaklig viðurskifti,
  • Tilevna vegleðingar til heilsulóggávu,
  • Umsita tilbúgvingina í heilsuverkinum,
  • Dygdarmenna føroyska heilsuøkið,
  • Gera greiningar og heilsufrágreiðingar,
  • Hava eftirlit við apoteksverkinum, rúsevnisstovnum og viðtaluhølum
  • Gera eftirmetingar og góðkenna stovnar og skipanir.

Landsstýrismaðurin leggur dent á týdningin av nýggju uppgávunum.

“Eg hugsi, at tað eitt nú hevur stóran týdning at styrkja arbeiðið við heilsuskráum og hagtølum, so at politiski myndugleikin fær ráðgeving á haldgóðum grundarlagi. Eisini skal Fólkaheilsustýrið tryggja, at føroyska heilsugranskingin, sum er í stórari menning, verður skipað í tryggum kørmum”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Tørvurin á Fólkaheilsustýrinum er ikki nýggjur, og royndir eru áður gjørdar at fáa tað skipað; higartil tó til fánýtis.

Men serliga nú í koronukreppuni hevur tað víst seg, at stórur tørvur er á at fáa ein sterkan føroyskan fakmyndugleika á heilsuøkinum, sum hevur serligan kunnleika til føroysk viðurskifti.

Í fyrstu syftu er sum nevnt talan um at savna virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavninum, men í ætlanini er alt arbeiðið at savna gamlar og nýggjar uppgávur undir nýggja Fólkaheilsustýrinum býtt í fýra stig, sum til samans væntast at taka seks ár at fremja.

Kaj Leo Holm Johannesen fegnast um, at Fólkaheilsustýrið nú verður veruleiki.

“Við nýggja Fólkaheilsustýrinum tekur føroyska heilsuverkið eitt stórt stig fram á leið. Tað er bæði skynsamt og neyðugt, at orka, sum í dag er spjadd út á fleiri stovnar og eindir, nú verður savnað á einum stað. Tað økir um effektivitetin og dygdina á øllum økjum, bæði tá vit tosa um viðgerð av sjúklingum, gransking og umsiting. Hjá mær er tað eitt aðalmál at styrkja fólkaheilsu føroyinga sum heild og fyribyrgja lívsstílssjúkur, og eg vænti við vissu, at Fólkaheilsustýrið fer at gera tað munandi smidligari at røkka júst hesum máli”, sigur hann.