Fólkatalið farið upp um 53.500

vinna14-09-2021 - 09:34 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan: Nettoflytingin er minkað nakað og er nú á sama støði sum í 2017. Harafturímóti er burðaravlopið tað hægsta síðan 2003.

1. august búðu 53.567 fólk í Føroyum. Tað eru 790 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,5%. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum.

Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurSep '18Nov '18Jan '19Mar '19Mai '19Jul '19Sep '19Nov '19Jan '20Mar '20Mai '20Jul '20Sep '20Nov '20Jan '21Mar '21Mai '21Jul '211990200020102…50.00051.00052.00053.00054.00053.567

Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Ískoytið til fólkatalið síðsta árið stavar frá eini nettoflyting á 476 og einum burðaravlopi á 314.

Tilflytingin er minkað nakað seinastu trý árini, og tað sæst aftur í juli mánað í ár. Juli er vanliga mánaðurin, har tilflytingin er størst, men í ár er tilflytingin í juli tann lægsta síðan 2013. Fráflytingin minkaði nakað í fjør, og er nú byrjað at vaksa aftur. Hetta hevur við sær, at nettoflytingin er minkað nakað og nú er á sama støði sum í 2017.

Vøksturin í fólkatalinum heldur tó fram, tí vaksandi burðaravlopið vigar upp ímóti minkandi nettoflytingini. Burðaravlopið síðsta árið var 314, og so høgt hevur tað ikki verið fyri hetta tíðarskeiðið síðan 2003. Hesin vøkstur stavar mest frá føðitalinum, sum er vaksið spakuliga seinastu árini, meðan deyðatalið ikki er broytt tað stóra.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

flyting

 

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.

fødd_deyð

 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu 1. august 2020 og 1. august 2021.

Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 390 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Vestmanna kommunu, har 11 fólk fluttu úr kommununi.

Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 5,2 prosentum, tað er fimm fólk. Síðani kemur Nes kommuna, har fólkavøksturin var 3,7 prosent, 50 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent, tað er eitt fólk.

Fólkatalið í kommununum

aug 2020 – aug 2021

 augustmunur
 20202021persónar%
Tilsamans52.77753.5677901,5
Fugloyar kommuna3938-1-2,6
Viðareiðis kommuna35135430,9
Hvannasunds kommuna42642710,2
Klaksvíkar kommuna5.2915.362711,3
Kunoyar kommuna15115210,7
Fuglafjarðar kommuna1.5791.599201,3
Eysturkommuna2.2022.232301,4
Nes kommuna1.3671.417503,7
Runavíkar kommuna4.1994.275761,8
Sjóvar kommuna1.1071.142353,2
Eiðis kommuna766776101,3
Sunda kommuna1.8131.81410,1
Tórshavnar kommuna22.31522.7053901,7
Kvívíkar kommuna616613-3-0,5
Vestmanna kommuna1.2531.242-11-0,9
Vága kommuna2.1472.163160,7
Sørvágs kommuna1.2351.252171,4
Skopunar kommuna45746030,7
Sands kommuna538557193,5
Skálavíkar kommuna13814242,9
Húsavíkar kommuna11211310,9
Skúgvoyar kommuna4241-1-2,4
Hvalbiar kommuna669681121,8
Tvøroyrar kommuna1.7481.774261,5
Fámjins kommuna8483-1-1,2
Hovs kommuna9710255,2
Porkeris kommuna31632372,2
Vágs kommuna1.3611.36980,6
Sumbiar kommuna35835910,3

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.