Fólkatingsvalfundur í SMS

Politikkur02-06-2019 - 11:23 - Jóanis Albert Nielsen

Sunnukvøldið 2. juni klokkan 19.00 skipar SMS fyri fólkatingsvalfundi á Torginum í SMS.

Fundurin verður skipaður við tveimum umførum, har eitt umboð fyri hvønn flokkin luttekur í hvørjum umfari. Kjakst verður eitt nú um støðuna millum Føroyar og Danmark, búskaparligt frælsi, blokkin, hví vit skulu velja umboð í Fólkatingið og hvat einstøku flokkarnir fara at brúka sessirnar til. Árni Gregersen stýrir kjakinum og umboðini fyri flokkarnar verða:

Sjálvstýri: Jógvan Skorheim

Fólkaflokkurin: Annika Olsen og Christian Andreasen

Framsókn: Súsanna Olsen & Høgni Sigrunarson Reistrup

Tjóðveldisflokkurin: Hervør Pálsdóttir og Annita á Fríðriksmørk

Javnaðarflokkurin: Djóni Nolsøe Joensen og Jónleif Johannesen

Sambandsflokkurin: Kaj Leo Holm Johannesen og Helgi Abrahamsen

Fólkatingsvalfundurin verður eisini stroymdur live. Meira kunning fæst um tað á sms.fo.