For nógvir springarar og for fá fólk

politikkur13-09-2021 - 15:27 - Jóanis Nielsen

Kjakið um springaradrápið í Skálafirði er ikki gott fyri føroyingar, springarar ella nakað sum helst. Nú hava tvey springaradráp seinastu trý árini skapt kjak – fyrst í Hvalvík og nú í Skálafirði. Tað er ikki forsvarligt. Landsstýrisfólkið vil ikki gera broytingar í lóggávuni. So mugu grindaforfólkini og sýslufólkini í øllum førum gera tær eftir galdandi lóggávu.


Lóggávan sigur greitt:

§21. Er grind, sum verður hildin til, størri enn pláss er fyri á hvalvágni, kann sýslufólkið steðga drápinum.

Pláss var fyri nógvum springarum á hvalvágni í gjár, men tað tóktist ikki sum, at tað vóru nóg nógv fólk at taka sær av teimum.

Vit mugu læra av hesum. Um vandi er fyri, at tað fer at taka ov langa tíð, tí springararnir eru ov nógvir og fólkini ov fá, so má sýslufólkið steðga drápinum.

Sum heild hava vit trupult við at verja springaradráp. Vit mangla hagtøl um teir. Vit kunnu ikki tryggja eitt humant dráp. Allir føroyingar, sum hava eitt altjóða tilknýti, verða ávirkaðir av hesum.

Øll grindaforfólk og sýslufólk í Føroyum eiga beinanvegin at seta seg saman at viðgera avbjóðingina og sum skjótast boða politiska myndugleikanum frá, hvussu vit kunnu tryggja:

· At springaradráp er burðardygt í mun til stovnsrøkt og gagnnýtslu av tilfeingi

· At springaradráp í Føroyum verður eins væl skipað og grindadráp

· At rætta tøknin verður ment

· At lóggáva um djóravælferð verður hildin

· Og at eftirlit verður við øllum drápum

Hetta má ikki henda aftur. Eg veit, at summi siga, at drápið gekk fínt. Men sjálvt tey, sum siga tað, eru samd við, at for fá fólk vóru til for nógvar springarar. Tað má broytast.

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna