Forkunnug vitjan í býráðssalinum í gjár og í síðstu viku

mentan12-03-2020 - 09:37 - Jóanis Nielsen

Kom nakar á gátt hjá Tvøroyrar kommunu seint seinnapartin mánadagin, var stórur møguleiki fyri, at fólk hildu seg vera komin í ein barnagarð. Hetta tí at kommunan hevði vitjan av heili 13 børnum undir skúlaaldur, sum saman við foreldrum teirra, vóru innboðin til eitt prát og at heilsa uppá borgarstjóran.

Talan er bæði um tilflytarar og børn, ið eru fødd til kommununa síðan 1. januar. Gongdin í fólkatalinum á Tvøroyri síðan fyrsta januar, er serstakliga góð og er økt við heili 28 fólkum. Serliga gleðiligt er tað, at av hesum eru heili 16 børn undir skúlaaldur og tvey í skúlaaldri. Hetta er rættuliga óvanligt og at frøast um, eisini tí at fleiri av foreldrunum longu hava fingið starv í býnum.

Borgarstjórin, Kristin Michelsen, tók ímóti og bjóðaði øllum at vera vælkomin til Tvøroyrar. Handað varð blómutyssi, vælkomukort frá kommununi, gávukort til eina av matstovunum í býnum og eitt eintak av bókini “Bestu ævintýrini hjá H.C.Andersen”.

Kunnað varð m.a. um, at leiðarin á dagstovninum Mýrifípan, Kari Petersen hevur upplýst, at hin 1. Januar í ár, vóru 105 børn í barnagarðinum, og í dag 10. mars eru tey 117 børn, umframt at 20 børn standa á lista til at byrja í Mýrifípuni í apríl og fram til august.

Henda gongdin sæst eisini aftur í fólkayvirlitinum, har trivnaðarfólkið Bjarni Nygaard, upplýsir at fyrispurningar og tilsagnir eru um tilflytingar komandi tíðina, frá 10 vaksnum og 11 børnum.

Vitjanin í dag var onnur av 3 innbodnum vitjanum á býráðsskrivstovuni higartil í ár. Tann fyrsta vitjanin var fyri tilflytarum úr Noregi, Danmark og aðrastaðni úr Føroyum, har borgarstjórin bjóðaði øllum vælkomin til Tvøroyrar. Talan var um eina hugnaliga løtu, við góðum práti. Eisini við handan av blómutyssi, vælkomukorti og gávukorti til eina av matstovunum í býnum.

Í komandi viku fáa vit aftur vitjan av tilflytarum og er tað at gleðast um. Fólk tykjast at hava fingið eyguni upp fyri nógvu møguleikunum í Tvøroyrar kommunu