Føroyar vundu burtur úr Luksemburg

ítróttur19-08-2018 - 16:28 - Jóanis Nielsen

HSF: Føroyska U18-landsliðið við monnum vann sannførandi, tá teir spældu sín seinasta dyst í EM-kappingini í Georgia fyrrapartin. Dysturin var móti Luksemburg um fimta plássið.

Føroyar taptu við fimm málum fyri Luksemburg, tá londini hittust í bólkaspælinum tann 10. august.

Fyrstu løtuna var líkt til, at tað fór at gerast ein spennandi dystur, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki byrjaðu Føroyar at draga frá. Tá farið var til hálvleiks var støðan 16-11.

Í seinna hálvleiki kom nakað av spenningi í aftur, tí einu løtuna var munurin tvey mál. Nærri kom Luksemburg ikki. Føroyar drógu frá aftur, og tað gjørdist ein avgreiðsluspurningur.

Føroyar vunnu 35-28 og endaðu harvið nummar fimm í EM-kappingini.

Málverjin, Pauli Jacobsen, varð valdur til dagsins leikara. Hann er kosin besti maður á vøllinum í fýra av teimum sjey dystunum, sum eru spældir í hesari kappingini.

Góð útlit fyri einum endaspæli
Fimta plássið merkir eisini, at Føroyar eru millum 24 tey bestu londini í Evropa í hesum árganginum. Føroyar hava luttikið í B-bólkinum fyri U18-landslið. A-bólkurin hevur dystast í somu kapping í Kroatia.

Tá U18-landsliðið skal taka lut í EM-kappingini í 2019 er nógv upp á spæl. Tann, sum vinnur B-bólkin tá, vinnur sær eisini beinleiðis pláss í HM-endaspælinum fyri U19-landslið. Flestu føroysku leikararnir eru føddir í 2001 og 2002, og teir hava tí eitt og tvey ár eftir í hesum landsliðsárganginum.

Málskjúttar:
Pauli Mittún 7
Hákun West av Teigum 6
Elias á Skipagøtu 5
Julian Kragesteen 5
Dánjal Ragnarsson 4
Sakaris A. Sakarisson 3
Heini á Heygum 2
Martin Danielsen 1
Høgni F. Gaard 1
Andri K. Hansen 1