Føroyingar aftur við nýggjum skipi í Hirtshals

Vinna21-12-2013 - 17:57 - Jóanis Nielsen

 Annar pelagiski trolarin ASBJØRN kom til heimahavnina Hirtshals í morgun.

Hann er bert 5 ára gamal og er fyrrverandi 'Gitte Henning'. Hann hevur tvífalt stóra last í mun til fyrra Asbjørn, nú 'Asbjørn Senior', sum her sæst liggja aftanfyri tann nýggja.

Móttøka verður umborð ein av komandi døgunum.

Vit ynskja eigarunum, synum Asbjørn Magnussen, tillukku við nýggja stásiliga farinum.

Myndirnar hevur Torfinn Johansen tikið.