Føroyingar hjálptu jødum

mentan25-09-2019 - 14:01 - Jóanis Nielsen

Eisini føroyingar hjálptu jødum at flýggja til Svøríkis í Seinna heimsbardaga. Nú verður arbeitt við at kanna og skjalfesta leiklutin hjá føroyingum at bjarga jødum frá Holocaust.

Vinafelagið Føroyar-Ísrael samstarvar við Maigun Solmunde og danan, Jan Rueven Rozen Rosenberg, sum býr í Jerusalem, sum, fyri einum ári síðan, fóru undir hetta stóra og umfatandi arbeiði, at kanna, hvussu og hvørjir føroyingar hjálptu jødum at flýggja úr Danmark til Svøríki undir seinna heimskríggi.
Les meira áwww.shalom.fo