Føroyska koronupassið klárt mánadagin

vinna12-09-2021 - 18:49 - Jóanis Nielsen

Mánadagin fer at bera til at taka niður føroyska koronupassið á telefonina. Føroyska talgilda koronapassið verður lætt og ókeypis hjá øllum við føroyskum p-tali at fáa sær. Tú fært koronupassið á corona.fo.

 

Koronupassið vísir upplýsingar um koppsetingar og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá ið tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi.

 

Føroyska koronupassið er enn ikki endaliga góðkent í ES, men Sjúkrahúsverkið hevur fingið at vita, at góðkenningin kemur í næstu viku. Tí kunnu fólk enn ikki brúka koronapassið, tá ið tey ferðast millum lond. Boðað verður alment frá, tá endaliga góðkenningin frá ES er komin.

 

Samleikin er lykilin til koronapassið
Neyðugt er at hava Samleikan hjá Talgildu Føroyum fyri at brúka koronapassið. Samleikin er lykilin, sum tryggjar, at tú fært atgongd til koronapassið í telefonini, soleiðis at tú kanst vísa tað fram, har tað er neyðugt.


Fakta um koronapass

 

  • Talgilda koronapassið er ein felags evropeisk loysn, ið skjalprógvar, at borgari er koppsettur, tá ferðast verður í ES og Schengen londum.
  • Koronapassið kann takast niður á fartelefonina, sum tú hevur við tær uttanlands.
  • Til ber at rita inn á títt koronapass við at brúka Samleikan sum lykil.
  • Ein QR kota lesur inn upplýsingar um tína koppseting og koronukanning, sum tú kanst vísa fram, tá ferðast verður um landamørk.