Føroyskar og útlendskar fyritøkur møtast á Faroexpo

02-07-2020 - 14:12 - Jóanis Nielsen

 Eftir skert virksemi í vár, orsaka av korona, eru tað nógvar fyritøkur sum gleða seg til at møtast á vinnustevnuni Faroexpo sum verður í Runavík 21.-23. oktober. Faroexpo er eitt serstakt vinnuligt konsept, ið er samansett av partenariati og ráðstevnu. 

Endamálið við Faroexpo er at seta føroyskar fyritøkur og teirra virksemi í brennidepilin og at styrkja sambandið millum fyritøkur kring landið, umframt millum føroyskar og útlendskar fyritøkur. Á Faroexpo hava fleiri fyritøkur gjøgnum árini funnið sær samstarvsfelagar, undirveitarar og onnur óformlig sambond. Luttøkan undanfarin ár hevur vanliga ligið frá 50 til 70 luttakandi fyritøkur.

Áhugin fyri ársins Faroexpo er óvanliga stórur, og fyriskiparnir kunnu frøast um at hava fingið luttakarar úr londum, sum ikki hava havt so góða umboðan áður, eitt nú Pólland og Grønland, har umboðanin í ár sær út til at gerast tann størsta higartil. 

VRG skipar fyri vinnustevnuni í samstarvi við Runavíkar kommunu, sum hevur verið ein aktivur viðspælari líka síðan Faroexpo varð fyriskipað fyrstu ferð í 2005. 

Meiri kann lesast um Faroexpo á https://www.faroexpo.fo/