Føroyskt gull í Danmark

18-09-2021 - 20:57 - Jóanis Nielsen

Pól Hendrikur Andreasen vann í dag danska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting. Eisini vunnu føroyskir lyftarar silvur og bronsu

Á Østerbro í Keypmannahavn kappast tey í hesum døgum um DM í vektlyfting. Seks føroyingar eru millum tey luttakandi, og fimm av teimum vóru í eldinum í dag.

Best gekk tað hjá Pól Hendriki Andreasen, sum vann danskt gull í vektflokkinum undir 73 kg. Pól Hendrikur lyfti 90 kilo í trekk og 115 kilo í vend og stoytt, og tað var í báðum førum nóg mikið til gullið – og harvið vann hann eisini gullið í samlaðu støðuni.

Niels Áki Mørk kappaðist í bólkinum undir 67 kg. Hann lyfti 83 kilo í trekk og 100 kilo í vend & stoyt, og hetta rakk til silvurmerkið. Niels Áki er bert 19 ára gamal, og tí hevur hann framvegis aldur til at kappast í DM fyri juniorar, sum verður hildið í næsta mánaði.

Anna Kristina Norðberg Niclasen vann bronsu í samlaðu kappingini fyri kvinnur undir 64 kg. Anna Kristina gjørdist nummar fýra í kappingini í trekk, har hon lyfti 74 kilo. Men við 99 kilo í vend & stoyt vann hon munin aftur, soleiðis at hon eisini vann eitt bronsumerki í samlaðu kappingini.

Eisini tók Maibrit Reynheim Petersen lut í kappingini fyri kvinnur undir 64 kilo. Hon lyfti ávíkavist 67 og 84 kilo, og rakk tað til eitt sjeynda pláss í kappingini.

Hjá monnum undir 81 kilo tók Leif á Bøgarði lut. Hann lyfti 101 og 122 kilo, og rakk tað til fjórða pláss í kappingini.

DM-kappingin endar í morgin. Tá tekur Sofus Bech lut í kappingini fyri menn undir 96 kilo.