Føroyskt rættarmál

politikkur03-06-2020 - 11:24 - Jóanis Nielsen

Á tiltikna jólafundinum í 1888 settu tjóðskaparfólk sær fyri, at vinna føroyska málið tann heiður, tað hevur uppiborið. Í 1938 varð kravið um danskr skúlamál avtikið, og vit fingu føroyskt skúlamál. Árið eftir, í 1939, fingu vit føroyskt kirkjumál.

Føroyska málið hevur tó enn ikki vunnið sær ta viðurkenning, sum tað eigur, í rættarskipanini. Hetta hevur stak óhepnar avleiðingar fyri málið, rættartrygdina og fólkaræðið. Tí hava vit lagt uppskot fyri tingið, um at føroyskt skal vera rættarmál burturav.

Nógv kjak er um økismiss. Økismissur er ikki bert hóttanin móti føroyskum av útlendskum máli, men ger seg eisini galdandi, tá ið vit hava øki í landinum, har móðurmálið ikki verður brúkt.

“Tá ið fólk skulu fyri rættin, eru tey í sera veikari støðu. Tað er sjálvsagt ein fyrimunur at kunna málbera seg á móðurmálinum tá. Tað eigur at vera ein sjálvsagdur rættur. Tað kann kennast eyðmýkjandi at biðja um tulk, serliga havandi í huga, at tann, tú biður um hjálp frá, seinni skal fella dóm yvir teg. Tá gerst málsliga avbjóðingin ein trupuleiki fyri rættartrygdina.” sigur Sirið Stenberg, framsøgukvinna.

Eisini fyri vanliga føroyingin kann tað vera trupult at skula greiða frá støðum, orðum og fatanum, ið eru søgd og upplivað á føroyskum, á fremmandum máli. Í eini møguligari umseting kunnu týdningarmiklar upplýsingar bæði hvørva og broyta innihald. Tann vandin er altíð til staðar.

Føroyskt sum rættarmál kann vera við at bøta um eitt føroyskt løgfrøðimál. Hetta fellur sera væl saman við, at vit í løtuni eru við at uppbyggja eina útbúgving í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Føroyskt løgfrøðimál verður best røkt og ment í eini samanrenning millum fakfólk, myndugleika og almenningin. Somuleiðis kann føroyskt rættarmál styrkja um støðuna hjá føroyskum í Føroyum.

Nógv kjak er bæði hjá okkum og í grannalondunum um økismiss. Økismissur er ikki bert hóttanin á ymisku málini av útlendskum máli, men ger seg eisini gladandi, tá ið vit hava øki í landinum, har móðurmálið ikki verður brúkt. Her hava vit at gera við eitt øki, sum føroyskt ikki røkkur inn í og avleiðingin er, at okkum vanta orð og dagføringar á føroyskum, tá ið tað snýr seg um løgfrøðiligt mál. Føroyskt sum rættarmál er tí eisini við til at styrkja um føroyskt í Føroyum.

Nú má tíðin vera komin til, at Løgtingið stendur saman um at fáa føroyskt sum rættarmál.

Tjóðveldi