Mynd: Sverri Egholm.

Føroysku leikararnir góvu alt teir áttu

ítróttur08-09-2019 - 21:57 - Jóanis Nielsen

Føroyska fótbóltsliðið vísti í kvøld ein sannan vilja at spæla heilt uppímóti spaniamonnunum, teir stríddust mann fyri mann, og leingi sá út til, at úrslitið fór at gerast 2-0, her skal verða sagt, at Jóannes Bjartalíð, um hann var eitt sindur heppin, tá ið hann fór ígjøgnum sponsku verjuna, kundi skorað til 2-1, men spanski málmaðurin bjargaði skotinum frá Jóannesi.

Í 89. minutti fingu spaniólar 3. málið og tá ið 93. minuttir vóru leiktir bleiv 4-0.

Samanumtikið kann sigast, at føroyska liðið - ALLIR - stríddust væl, og um væl vildi til, so var úrslitið 2-1.

Spania - Føroyar 4-0 (1-0)

13' Rodrigo 1-0
49' Rodrigo 2-0
90' Paco Alcacer 3-0
92' Paco Alcacer 4-0

Sí fleiri myndir á Portal.fo - Sverri Egholm hevur tikið myndirnar - Sí HER.