Føroysku U18- og U16-kvinnulandsliðini móti Íslandi í morgin

ítróttur31-07-2020 - 19:54 - Jóanis Nielsen

HSF: Føroysku U18- og U16-kvinnulandsliðini er til reiðar til dystirnar móti Íslandi í morgin. Liðini hava havt sínar seinastu venjingar í dag og vóru eisini stundir til eina vitjan hjá høvuðsstuðli okkara BankNordik.

Dystirnir í morgin í Høllini á Hálsi:
Kl. 17.00 U16-kvinnur Føroyar - Ísland
Kl. 19.00 U18-kvinnur Føroyar - Ísland

Dystirnir kunnu stroymast, sí leinkju á heimasíðu okkara,www.hsf.fo