Fossá hevði eitt gott úrslit í fjør

Vinna01-08-2020 - 09:31 - Jóanis Albert Nielsen

Partafelagið Fossá í Sandavági hevði eitt gott ár í fjør, og komu teir út við einum yvirskotið uppá 5,6 mió. kr. eftir skatt.

P/F Fossá eigur skipini Eivind og Havbúgvan.

Bruttoúrslitið hjá felagnum fyri 2019 var 36,3 mió. kr., sum er útvið tað dupulta av tí sum tað var í 2018 tá ið tað var 19,6 mió. kr.

Starvsfólkskostnaðurin vaks við 10,3 mió. kr. frá 15,1 mió. kr. upp til 25,4 mió. kr. í 2019.

Úrslitið í 2019 bleiv 5,6 mió. kr. Í 2018 var tað minus 346 tkr.