Fram kemur á Vestmanna í kvøld

vinna12-10-2019 - 16:56 - Jóanis Nielsen

 Fram, sum hevur roynt norðanfyri eftir sild, kemur á Vestmanna um 8-tíðina í kvøld við 330 tonsum. Teir skulu landa veiðuna í Vestmanna og í Hvalba.

Støddin á sildiini liggur um 400 gramm.

Katrin Jóhanna, sum hevur landað í Vestmanna, loysti fyrr í dag og hevur set kós norður á sildafeltið.