Fram landar í Hvalba og Vestmanna

Vinna19-01-2020 - 09:36 - Jóanis Albert Nielsen
Fram sum hevur verið á makrelveiðu eystur úr Hetlandi stevnir í skrivandi stund inná Tvøroyri. 

Fram skal henda túrin lenda til TG Seafood í Hvalba og Vestmanna Seafood. Tað sum skal landast til TG Seafood verður koyrt í tangabilar á Tvøroyri og síðani koyrt til Hvalbiar. Tá ið liðugt er at landa Fram á Tvøroyri verður kósin sett á Vestmanna.

Fram hevur henda túrin fingið 350 tons av makreli.