Frárensl verður lagt langt út í Vestmannasund

vinna19-03-2020 - 21:10 - Jóanis Nielsen

 Í vetur hevur verið arbeitt á Oyrargjógv við at seta rør saman, ið skulu brúkast til frárensl frá smoltstøðini á Fútakletti, rørið fer næstan at koma út á hálvt sundið, áleið har í lendingin á Fútakletti er.

Í dag var rørið flotað á Oyrargjógv, í morgin skal tað sleipast heim á Fútaklett og leggjast á botnin í sundinum.

Les eisini HER.

Vit tóku nakrar myndir á Oyrargjógv í dag.