Frásøgn frá manningini á Thorshavn:

21-05-2019 - 16:30 - Jóanis Nielsen

Frásøgn frá manningini á Thorshavn:. 


Vit fóru av Tvøroyri á middegi 16 maj til Havnar, har skipað var fyri fráfaringarhaldið. Ferðin byrjaði við mótvindi, til okur vóru komnir til Hetlands. Veðrið var brúkiligt og humørið gott sjálvt um byrurin ikki var av tí besta.

 Ímót Norskurennu var byrurin heldur betur sjálvt um nakað av rulli var. Runt suðurnorra var veðrið av tí allarbesta, ogur vóru á dekkinum allan dagin og fjasa bleiv við splejsning og at skrella gularøtur fyri kokkin.

Kokkurin er framúr og bleiv borðreitt við langtíðarstoktum Veðratjógvi. 9 tímar í ovninum við 100 g gradir, kann viðmælast . 

Komnir framvið Kristiansand ígjár, bleiv sera tvassut. Tað rullaði sera illa og vóru menn og skip pøstir tá kvøldið kom. Vatnið bleiv av einhvørjari orsøk uppi og ikki var nógv olja eftir, so avgjørt var at fara til kaj í Skagen, at bunkra og hvíla manningina. 

Aftaná ein sera góðan døgurða, stokt flak og leykasmelt tørnaðu ogur inn. Vaknaðu tíðliga ímorgun, sólin hægst á himni og kokkurin í fult sving við fyrireika egg og bacon. Alt í alt ein góð byrjan uppá okkara longu ferð.