Nógv skip hava landað í Kollafirði - bæði føroysk og grønlendsk.

Frystigoymslurnar eru fullar í Kollafirði

vinna06-10-2019 - 10:12 - Jóanis Nielsen

 Frystigoymslan í Kollafirði er á tremur, í løtuni landar Norðingur sild til Faroe Pelagic, sildin verður heilfryst á virkinum og fer síðan inn í frystigoymsluna, tá ið veiðan hjá Norðingi er komin á frystigoymsluna, tá er goymslan á tremur við frystari sild og makreli.

Næraberg kom á Kollafjørð fríggjadagin við góðum 3.000 tonsum av heilfrystari sild, men í Kollafirði er ikki pláss at frysta veiðuna hjá Næraberg, so um hann fer av landinum at landa, ella um skip kemur á Kollafjørð so Næraberg kann umskipað veiðuna har, tað er støða ikki tikin til enn.