FSF: U15 gentur fyrireika set til Baltic Cup

12-08-2019 - 14:05 - Jóanis Nielsen

 U15 gentur fyrireika seg í løtuni til Baltic Cup, ið verður í Lettlandi 21. til 26. august 2019 🇫🇴🇫🇴🇫🇴

Seinastu vikuskiftini hava tær havt venjingar í Tórshavn, og komandi vikuskiftið verður venjingarlega á Svangaskarði.

Skráin fyri Baltic Cup er hendan:

22. august 2019 kl. 13:00: Føroyar - Litava
23. august 2019 kl. 13:00: Estland - Føroyar
25. august 2019 kl. 13:00: Lettland - Føroya