FSF Varpið: Trettan mál í 18. umfari

ítróttur14-08-2017 - 20:48 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Fult umfar í EFFO-deildini var á skránni um vikuskiftið. Lagt varð fyri fríggjakvøldið, tá KÍ og Víkingur brustu saman frammanfyri stórari áskoðarafjøld við Djúpumýru í Klaksvík. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1.

Leygardagin vórðu hinir fýra dystirnir spældir. Í Havn vann HB 4-1 á NSÍ, við Stórá vann B36 1-0 á suðuroyingum, og í Fuglafirði fóru skálamenn avstað við einum teprum 1-0 sigri. Fimti dysturin var á Dungasandi í Sørvági, og har gjørdist endan javnleikur 2-2.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll tey trettan málini, sum vórðu skoraði farna umfar í fremstu deildini hjá monnum. 19. umfar verður spælt leygardagin og sunnudagin, 19. og 20. mai.

Men longu mikukvøldið spæla B36 og NSÍ framskundaðan dyst, sum eftir ætlan skuldi verða 24. august, tá 20. umfar verður spælt.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=gNx5m5DdGKM]