Fuglakanningarstøðin hevur brúk fyri hjálp til at telja føroyska grágása-stovnin

18-11-2019 - 16:29 - Jóanis Albert Nielsen

Hav.fo: Komandi vikuskifti, 23.-24. november, skipar Fuglakanningarstøðin á Havstovuni fyri teljing av føroyska grágásastovninum. Eins og við teljingini 24.-25. november 2018, er ætlanin at fáa talt samstundis í so stórum parti av landinum sum gjørligt.

Endamálið við teljingini í november er at fáa tøl fyri, hvussu stórur partur av ferðandi grágásini steðgar á í Føroyum.

Fyri at fáa so neyv tøl sum gjørligt, hava vit brúk fyri, at talt verður á so nógvum støðum sum møguligt samstundis. Tað vil siga, at tess fleiri, ið vilja hjalpa til við at telja, tess betri og meira eftirfarandi tøl fáa vit fyri føroyska grágásastovnin.

Um so er, at onkur tykkara hevur hug at taka lut í hesi teljing, eru tit hjartaliga vælkomin at skriva ella ringja til mín á:

johannisdanielsen@gmail.com ella 254673.

Allir teljarar fáa útflýggjað eitt teljiskjal og eina stutta mannagongd um, hvussu tað skal útfyllast. Hesi finnast her.

Stóra takk fyri hjálpina!