Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini

vinna22-05-2018 - 09:30 - Jóanis Nielsen

 Gulllaksaskipini Fuglberg og Skoraberg komu á Klaksvík tíðliga í morgun við útvið 250 tonsum av gulllaksi, sum teir hava fiskað sunnanfyri. Teir landa á Kósini, veiðan verður síðan flutt til Leirvíkar, har Tavan keypir gulllaksin.

Veiðan hjá báðum skipunum er boðin út á Fiskamarknaðinum fri góðar kr. 1,2 milliónir, teir vóru úti í 5 dagar.

FUGLBERG - ( KG 360 )KLAKSVÍKAR HAVN17-05-201822-05-2018

124.200

5,05

627.210,00

SKORABERG - ( KG 380 )KLAKSVÍKAR HAVN17-05-201822-05-2018

120.000

5,05

606.000,0