Fundur um parkinson á Seglloftinum á Tvøroyri

mentan17-09-2021 - 10:17 - Jóanis Nielsen

 Fundur um parkinson á Seglloftinum á Tvøroyri.

Leygardagin 18. september kl. 14:00 skipar Parkinsonfelagið fyri fundi á Seglloftinum á Tvøroyri fyri fólk við parkinson og avvarandi.

Á fundinum fara umboð fyri Parkinsonfelagið at kunna um sjúkuna og virksemi felagsins. 
Eisini fara starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsið at greiða frá rehabiliteringskeiði fyri fólk við parkinson sum er á Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Øll eru vælkomin.
Parkinsonfelagið