Fýra leikarar hjá H71 hava fingið staðfest korona

corona21-03-2020 - 13:57 - Jóanis Albert Nielsen

 Fýra leikarar í H71 hava fingið staðfest koronasvirusið, og enn vantað svar frá øðrum testaðum leikarum. Vit eru harmir um støðuna, og fylgja øllum tilráðingum frá heilsumynduleikunum. Áðrenn tiltøkini frá heilsumynduleikunum vóru sett í verk, vandu vit sum vanligt, og hettar hevur elvt til smittu í hópinum.

Vit hava steðgað allari venjing, og taka støðuna í størsta álvara. Vit eru allir ungir, sum gamlir væl fyri, so hettar fer eftir øllum at døma ikki at raka okkum hart. Vit vilja verja okkara veikastu í samfelagnum, og fylgja øllum tilráðingum í hesu ringu støðu. Vit høvdu glett okkum til endaspælið í landskappingini, og tikið greipuna til høldar. Enn er óvist hvussu verður við kappingini, men vit í H71 fara at gera alt okkara á vøllinum í framtíðini.


Vit heita á øll, um at virða boðini frá mynduleikunum um at vera heima við hús og brúka sunna fornuft.

Vit ynskja alla eydnu og bata til tey sum eru rakt av hesu sjúkuni.

Tekstin hevur hópurin hjá H71 monnum lagt út á Instagram.