Fyrilestur á Vinnudegnum um burðadygga virðisøking av tilfeinginum í havinum

vinna13-09-2021 - 16:21 - Jóanis Nielsen

 Hvørji krøv og rák hevur framtíðin at bjóða eini fiskivinnutjóð sum okkara á burðadygga økinum?

Á ársins Vinnudegi fer Kjell Bjordal at røða um krøv og rák á burðardygga økinum, sum kunnu hava týdning fyri eina fiskivinnutjóð sum okkara, eins og hann fer at koma inn á vinnuligu møguleikarnir í hesum høpi.

 

Kjell Bjordal hevur 30 ára royndir sum leiðari í norskum vinnulívi. Fyrst og fremst úr norsku alivinnuni sum samtaksstjóri í EWOS-Gruppen frá 1998 – 2013 og í Glamox-gruppen frá 1989 – 1998. Av útbúgving er hann siviløkonomur frá Norges Handelshøyskole við fiskivinnubúskapi sum høvuðsgrein.

 

Kjell hevur meginpartin av sínum arbeiðslívi fingist við tilfeingi úr havinum, virðisøking og matframleiðslu. Í dag fæst hann einamest við nevndararbeiði. Millum annað er hann formaður í Nordlaks samtakinum og Norges forskningsråd HAV.

 

Á Vinnudegnum 2021 fer Kjell Bjordal at halda ein fyrilestur undir heitinum ‘Naturbasert verdiskapning – Navigation i den grønne jungle’.

 

 

 

Skrá fyri Vinnudagin 2021 sæst her