Fyrilestur í kvøld í Smæruni

mentan18-09-2019 - 15:33 - Jóanis Nielsen

"Barndómurin varðar alt lívið" - Ókeypis fyrilestur við Frid Hansen

Fyrilesturin, "Barndómurin varðar alt lívið", verður í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7, Tórshavn í kvøld, mikudagin 18. Septembur, kl. 17:00. Fyrilesturin er ókeypis. Hann kann eisini stroymast á Facebooksíðuni hjá Øll hava rætt til góð barnaár:https://www.facebook.com/%C3%98ll-hava-r%C3%A6tt-til-g%C3%B3%C3%B0-barna%C3%A1r-957420434319813/

Øll vaksin hava ábyrgd fyri øllum børnum. Tað menniskju upplivað sum børn er við teimum alt lívið. Tí er tað týdningarmikið, at lurtað verður eftir teimum børnum, sum vaksa upp í familjum, raktum av rústrupulleikum, og at tey sjálv sleppa til orðanna. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at skommin, sum fylgir við rústrupulleikanum, verður tikin upp og við dirvi viðgjørd. Familjur, sum eru raktar av rústrupulleikum, hava tørv á dygdargóðari viðgerð og hjálp, og tey hava tørv á henni tíðliga. Barndómurin varðar alt lívið og tí kann umsorgan og nærvera broyta heil lív.

Viðurkendi og virðislønti norski sálarfrøðingurin, Frid Hansen, vitjar nú fyri triðju ferð Føroyar. Í nógv ár arbeiddi hon hjá Bláa krossi í Noregi og har sá hon hvussu álvarsliga rústrupulleikar hjá vaksnum raka børn. Í lívligum fyrilestrum hevur hon við síni sereyðkendu blanding av professionalismu og passión bertikið føroyingar, bæði leik og lærd. Grundað í gransking og royndum, deilir hon rámandi søgur um lagnur, hon hevur nomið við sum sálarfrøðingur. Tað er torført, um ikki ómøguligt, at fara órørdur heim eftir fyrilestur við Frid Hansen.

Tað er Øll hava rætt til góð barnaár, sum skipar fyri tiltakinum. Øll hava rætt til góð barnaár er verkætlanin hjá Bláa krossi Føroya, sum hjálpir børnum, ungum og familjum, har rúsur er ein trupulleiki í heiminum.

Vinaliga
Lív Justinussen
Sálarfrøðingur á Fyribyrgingardeildini
Blái Krossur Føroya