Fyrilestur um palliatión í Kongshøll í morgin 25. okt

mentan24-10-2019 - 14:37 - Jóanis Nielsen

Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi skipar fyri fyrilestri við Helle Ussing Timm, professara á Syddansk Universitet og granskingarleiðara á REPHA (Videncenter for Rehabilitering og Palliation).

Fyrilesturin er um linnandi viðgerð og ber heitið "Udviklingen af den palliative indsats i Danmark med fokus på de største udfordringer undervejs og aktuelt – med perspektivering på færøske forhold"og verður hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum og er á donskum.

Øll eru vælkomin.