Fyrispurningur um Nólsoyarleiðina

Politikkur16-12-2020 - 13:15 -

 Fyrispurningur eftir §52a í Tingskipanini

 

til

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum

 

um hvat verður gjørt á Nólsoyarleiðini 

 

1.    Hvat verður gjørt ítøkiliga til tess at loysa siglingina um Nólsoyarfjørð, nú støðan er versnað uppaftur meira hjá nólsoyingum við brekunum hjá Erlu Kongsdóttir og Hasfjord?

 

2.    Hevur Landsstýrið tikið nøkur bráðfeingis stig til tess at útvega annað skip, til Ternan kemur aftur av beding?

 

3.    Hvussu metir landsstýrismaðurin um tað almenna skrivið, sum seks sjómenn í Nólsoy hava sent landsstýrismanninum?

 

4.    Hvussu eru útlitini hjá nólsoyingum fyri at fáa nøktandi ferða- og farmaflutning nú um høgtíðina og millum jólanna – til Ternan kemur aftur í sigling? 

 

Viðmerkingar:

Støðan hjá nólosyingum við ónøktandi ferða- og farmaflutningi stendur tíverrri við og versnar. Seinast við óhappunum hjá Erlu Kongsdóttir og hjá Hasfjord – og boðunum um, at klassingin av Ternuni dregur út.

 

Tað er heilt óvirðiligt fyri støðuna hjá nólsoyingum, at politiska viðgerðin tykist snúgva seg um at geva undanfarnum samgongum skyldina av støðuni. 

 

Her snýr tað seg um eina heilt ítøkiliga ótolandi støðu hjá nólsoyingum, sum má loysast nú um jólini og inn í nýggja árið. 

 

Tí verður heitt á landsstýrismannin um at svara skjótast møguliga, so útlitini og loysnirnar verða lagdar fram alment og fyri nólsoyingum. 

 

Á Løgtingi, 15. desember 2020

 

Høgni Hoydal