Fyrsta tónleikaverkætlanin á hopfigging.fo rakk á mál uppá einans 6 dagar

mentan07-05-2020 - 10:08 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv 7. mai 2010:

Tað hevur gingist stak væl hjá fyrstu tónleikaverkætlanini á heimasíðunihttp://hopfigging.fo, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík rekur. Hópfíggingarverkætlanin hjá tónaskaldinum Elini Brimheim Heinesen fór av bakkastokki fríggjadagin 1. mai. Longu týskvøldið 6. mai vóru 105% av teim 60.000 kr., ið søkt var um, komin inn.

Seint týskvøldið høvdu 131 fólk verið inni og stuðlað verkætlanini við upphæddum frá 100 kr. heilt upp í 5.000 kr. Tilsamans 62.700 kr. Í meðal hava fólk stuðlað við knøppum 480 kr. hvør.

Málið var at savna í minsta lagi 60.000 kr. fram til 9. juni. Rakk Elin ikki málinum innan freistina, høvdu allir pengarnir fallið aftur til stuðlarnar. Men nú kann Elin anda róliga aftur, tí nú kann hon varðveita upphæddina, ið er komin inn.

- At tað fór at ganga so skjótt at koma so langt, hevði eg als ikki roknað við! Eg kenni meg eyðmjúka og eri sera takksom fyri stuðulin, sigur Elin, ovfarin av stóru undirtøkuni.

Elin søkti fígging til útseting og innspæling við symfoniorkestri og kóri av lag, sum hon hevur gjørt til vøkru yrkinginaSóleyanhjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen, eins og hon gjørdi við lagið hjá pápanum og sær:Eitt dýpi av dýrari tíð, sum í spurnarkanning hjá Kringvarpinum í 2018 varð kosið sum fjórðbesta lagið tey seinastu 50 árini.

Fyrsta verkætlanin kann skapa fordømi
- Eg hevði ongar væntanir áðrenn, tí eingin hevur roynt júst hetta fyrr, so tað var ikki til at vita. Men tað eydnaðist at røkka á mál langt áðrenn tíð, sigur Elin fegin.

Tey, sum reka heimasíðunahttp://hopfigging.fo, hava eisini verið spent at vita, hvussu tað fór at gangast við fíggingini, tí hetta er fyrsta tónleikaverkætlanin á síðuni.


- Eg rokni við, at allir tónleikarar í Føroyum hava verið spentir um, hvussu tað fór at gangast verkætlanini hjá Elini, tí hon er tann fyrsta av sínum slag og kann skapa fordømi fyri aðrar líknandi hópfíggingarverkætlanir, sigur Magni Thomsen, sum starvast í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, ið stendur aftanfyri heimasiðuna hopfigging.fo.

Kostar meira at spæla lagið inn- 60.000 kr. røkkur langt, men upphæddin er ikki nóg stór til bæði at gera útsetingOGat spæla lagiðSóleyaninn fyri, sigur Elin.

- Tað kostar væl meira at spæla eitt lag inn við fullum symfoniorkestri, har øll skulu hava løn fyri ómakin.Eg kann gott fáa eina innspæling við einum eysturevropiskum symfoniorkestri bíligari, enn um tað var spælt inn í Føroyum. Men tað hevði nú verið stuttligari, um hetta gjørdist ein fult føroysk verkætlan, har eg kundi brúkt Føroya Symfoniorkestur. Men so tosa vit um nógv størri upphæddir.


Hvussu stóran part av fíggingini tað fer at eydnast at fáa inn restina av tíðini, fer tíðin at vísa.


- Tað týdningarmesta er hóast alt at hava fingið nóg mikið til at gera útsetingina fyri symfoniorkestur og kór. Tað er størsta avbjóðingin, sigur Elin.


Elin hevur tosað við leiðsluna í Føroya Symfoniorkestri. Tey eru jalig og hava sagt, at um ein útseting av lagnum kemur fyri symfoniorkestur, so vil Føroya Symfoniorkestur fegið spæla lagið til eina av teirra konsertum.


Tordi ikki at seta uphæddina hægri
Til spurningin, hví hon ikki valdi at seta málið hægri, so nóg mikið er til alt, svarar Elin:


– Eg tordi ikki at seta upphæddina ov høgt, tí so var eg bangin fyri, at tað var heilt órealistiskt at røkka á mál. So heldur seta eina upphædd, sum tað kanska var møguleiki fyri røkka, hóast tað ikki kann fíggja alt. Um eg tryggi ein týðandi part av fíggingini, so er hóast alt betri møguleiki fyri at fáa meira fígging aðrastaðni til restina.


– Skuldi eg verið so heppin, at tað koma fleiri pengar inn umvegis hopfigging.fo, enn tann upphæddin, eg setti sum mál, so fara teir sjálvsagt allir beint til endamálið. Jú meira kemur inn, jú meira økir tað um møguleikan fyri, at hetta kann gerast ein verkætlan, sum verður gjøgnumførd einans við føroyskum luttakarum, og jú meira fái eg gjørt fyri, at endaúrslitið kann blíva so gott, sum tað yvirhøvur ber til – vónandi til gleði fyri alt Føroya fólk í langa tíð frameftir, sigur Elin Brimheim Heinesen at enda.


Sum sæst á hopfigging.fo eru fleiri av gjøgnumførdu hópfíggingarverkætlanum yvirfíggjaðar, so tað er ikki óhugsandi, at meira kemur inn til verkætlanina á hopfigging.fo innan freistina 9. juni.