Fyrsti sigurin til Klaksvíkar

ítróttur27-02-2021 - 16:55 - Jóanis Albert Nielsen

G12: Mjølnir – Dráttur, 2 – 1 (25-16, 21 – 25 og 6)

Fyrsta finalan gjørdist ein spennand 3-settari millum G 12 hjá Mjølni og Drátti, sum endaði við at Mjølnir vann 2-1.

Bestu leikararnir vóru:

Elisabet Norðoya Vilhelmsen, Mjølnir

Elisabet Nattestad, Dráttur

Mynd: Mjølnir

Aftast frá vinstru: Berit Norðoy Vilhelmsen, venjari, Karla Sjóstein, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Ranja Joensen, Jensa Mortansdóttir Samson, Lena í Buð, venjari.

Fremst frá vinstru: Nomi Idarsdóttir Beck, Margreta Elisdóttir í Buð, Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Bjarta Joensen.