G 19 hjá SÍ steypavinnarar

ítróttur28-02-2021 - 09:35 - Jóanis Albert Nielsen

G 19: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 20 og 25 – 23)

Hóast Fleyr var á odda móti endanum á 2. setti, so vístu sørvágsgentur enn einferð, at royndirnar hava fest røtur hjá teimum, tí stillisliga vunnu tær seg fram um og vunnu 2. settið 25-23 og harvið dystin 2-0.

Ein væl leiktur dystur, sum tað mesta av tíðini eisini var spennandi.

Bestu leikarar:

Inga Helena Henriksen, SÍ

Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ternan

Mynd:

Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Tanja Falkvard, Anja Sólja Niclasen, Bára Jansdóttir, Sofía Weihe Simonsen, Eva Gunn Niclasen, Tóta Búadóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe.

Fremst frá vinstru: Sólfríð Højgaard Poulsen, Janna Falkvard, Rannveig Rós Joensen, Josefina Katrina Eliasdóttir, Hallgerð Tonysdóttir Haraldsen, Inga Helena Henriksen.