Nýggjastu


G16: Í dag vann Ísland 23-21 á Føroyum

ítróttur02-08-2020 - 18:30 - Jóanis Nielsen

HSF: Seinni U16-dysturin millum Føroyar og Ísland koppaði til gestirnar. Ísland vann 23-21, eftir 10-9 í hálvleikinum. Talan var um ein tættan, spennandi og fyri tað mesta vælleiktan dyst.

Føroyska liðið saknaði spælskiparan og toppskjúttan frá í gjár, Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum breyt hondina í gjár, men vísti liðið góða breidd í dag og spældu fult upp við íslendska liðnum allan dystin. Ein góður og gevandi vinadystur.