Gadus hevur gjørt ein góðan túr

Vinna18-06-2019 - 18:31 -
Gadus hevur sett kós ímóti kontrolpunktinum, og verða teir har á midnátt.

Gadus fór av Klaksvík 30. apríl. Gadus hevur henda túrin fingið 750 tons, har meginparturin er flak. Teir hava fiskað í 43 dagar. 

Teir byrjaðu fyrst í norskum sjógvi, har teir fingu fyrstu 430 tonsini, og fóru síðani í russiska partin av Barentshavinum.

Vit tosaðu fyri løtu síðani við John Fuglø skipara á Gadus, hann sigur at teir verða heima leygarkvøldið. 32 mans eru við henda túrin.