Gadus kom á Klaksvík í morgun

vinna29-03-2020 - 12:44 - Jóanis Nielsen

 Gadus er komin heim úr Barentshavinum, teir fóru at sigla 24. mars, veðrið hevur verið ólagaligt á heimferðini.

Annars hevur Gadus gjørt ein góðan túr, teir fóru avstað 25. januar, teir hava fulla last, nú teir koma heim.

Eingin av manningini, ið telur 32, fer í land fyrrenn klárt er at sigla aftur, tá kemur nýggj manning umborð (32 mans) og tá er klárt at sigla, helst hósdagin.

Teir ið eru umborð landa í morgun, alt verður gjørt av manningini s.s. at skifta weir, taka pakning, ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, bæði í maskinrúminum og á dekkinum, og sum sagt, so rokna teir við, at skipið verður siglingarklárt hósdagin.

Les meira HER.