Mynd: Markus í Norðnástovu.

Gadus siglir heim fullfermdur

vinna24-03-2020 - 13:00 - Jóanis Nielsen

 Gadus siglir heim fullfermdur av flaki - 744 tons, teir hava roynt í Barenntshavinum. Gadus fór av Klaksvík 25. januar - so talan er um ein roktúr. Teir vóru á kontrolpunktinum kl. 10 í morgun.

Tað er ruskveður á leiðini norður úr Norra, so helst verðum heimreisan drúgv.

Manningin telur 32 mans, skipari er John Fuglø úr Klaksvík.