Galla-flogbóltur: Óli G. Samuelsen ársins eldsál

ítróttur27-04-2019 - 22:50 - Jóanis Nielsen

Gallaveitslan fyri flogbóltsfólkið er byrjað á Giljanesi, og Flogbóltssamband Føroya hevur í ár valt at útluta eina eyka viðurkenning – Ársins Eldsál.

Vinnarin av hesum gjørdist Óli G. Samuelsen, sum hevur ferðast runt landið í sambandi við frásagnir fyri FM 1, eins og hann hevur verið knýttur at fleiri at tiltøkunum, sum hava verið í ár og árunum undan hesum.