Gamla Ruth koppaði við bryggju í gjár

Vinna22-03-2020 - 09:50 - Jóanis Albert Nielsen
Í gjár koppaði Slatterøy við bryggju í Bekkjarvik í Norra, skipið er eisini heimahoyrandi í Bekkjarvik nú. Talan er um gomlu Ruth, sum Gullak Madsen fyri stuttari tíð síðani seldi til Norra.

Manningin var í holt við at vaska skipið, tá ið tað brádliga fekk slagsíðu í stýriborð. Við Sysla.no segði skiparin, at tað tók ikki langa tíð at rættað skipið uppaftur. Talan var um ein vatntanga, sum ikki var tømdur, og tómdi manningin tangan uppá eini 20 minuttir, og so kom skipið upp aftur.