Gamli skúli í Sandavági skal vera staðið hjá Handarbeiði í Vágum

mentan13-03-2020 - 14:55 - Jóanis Nielsen

08.03.2020

Til Vága kommunu

Vevkonurnar, sum halda til í Gamla skúla í Sandavági undir kvøldskúlaskipanini, vilja við hesum skrivi vísa á okkara ónøgd, at býráðið hevur samtykt at brúka Gamla skúla í Sandavági til annað endamál enn veving, við tí avleiðing, at veving ikki longur sleppur at húsast í Gamla skúla. Tað undrar okkum, at eingin hoyring hevur verið í málinum. Vit fáa boðini, tá uppskotið longu er samtykt, og vit eru húsleysar. Vit mæla ímóti uppskotinum.

Mál 130/19 - samtykt 16. des. 2019

Uppskotið er frá hesum býráðslimum Albert Ellefsen, Dabjørn Hansen, Dánjal Thomsen, Rósu Samuelsen og Jonhard Joensen um ístandsetan av Gamla skúla í Sandavági, so hesin kann brúkast til ymisk trivnaðartiltøk fyri borgarar í kommununi.

Okkara mótuppskot, hvat Gamli skúli í Sandavági skal brúkast til:

Gamli skúli skal vera staðið hjá Handarbeiði í Vágum.

Nógv handaligt virksemi er í oynni, og kvøldskúlin í Vágum bjóðar fleiri handarbeiðsskeið út hvørt ár við sera dygdargóðum lærarum.

Í yvirlitinum yvir skeið í kvøldskúlanum í 2019/2020 eru hesi handarbeiðsskeið í boði:

Poulina Jóanesardóttir: veving/rammuveving

Sofía Jacobsen: brodering

Jórun Haraldsen: kreativ seyming

Thurid Olsen: bregda, tólvtráða, virka

Aslaug Joensen: maskinbinding

Øll hesi skeið, og fleiri afturat, kunnu húsast í Gamla skúla og geva eina synergi effekt.

Gamli skúli í Sandavági skal gerast liðugur eftir tekningum, sum longu fyriliggja, tá skúlin av fyrstan tíð skuldi setast í stand til skúlabrúks. Nú skal skúlin aftur verða skúli - skúli til vaksin.

Tá skúlin er liðugur, skal hann húsa øllum handarbeiði í kvøldskúlanum í Vágum.

Vevarnir skulu standa í niðaru hæddini, og ovara hæddin innrættast til seymistovu. Handarbeiði í Vágum verður nú á einum stað. Tilfar og amboð kunnu standa, og neyðugt verður ikki hjá skeiðshaldarum og næmingum at bera tilfar og amboð aftur og fram, soleiðis sum tað er neyðugt í verandi líki í skúlastovum á Giljanesar skúla.

Handarbeiðið í Vágum skal vera eitt aktiv fyri oynna, eitt stað, sum fólk hoyra um og vilja vitja. Framsýningar og styttri skeið skulu fáa fólk, eisini aðrastaðni frá at vitja vestur. Skeiðsvirksemi skal vera, sum lærir yngra ættarliðið siðbundna handverkið.

Pláss skal eisini vera fyri, at granskingarætlanir innan handarbeiði og tilfar kann spíra í slíkum handverkshúsi.

Vevkonurnar eru tær einastu eftir í Sandavági! Ístaðin fyri at taka vevkonurnar úr Sandavági, so eigur kommunan heldur at varðveita hesar eldsálir í bygdini og kjúkla um tær og um handverkið.

Handarbeiði í Gamla skúla í Sandavági er saktans trivnaður fyri borgarar í kommununi.

Vevkonurnar hava húsast í Gamla skúla í Sandavági síðan 2013. Tá vevkonurnar komu inn í Gamla skúla, tá var eingin gravgangur eftir húsunum. Vevkonurnar hava sjálvar snøggað um hølini, málað allar veggir og vindeygu. Onnur hava eisini brúkt húsið, t.d. felagið AA. Avtalað varð, at eingin kundi veva hóskvøld og sunnudag, tí tá eru AA fundir. Hesa avtalu hava vit hildið til “punkt og prikke”. Tað undrar okkum stórliga, at eingin okkara er hoyrdur í málinum, áðrenn so stór avgerð er tikin av kommununi.

Tað hevur alstóran týdning fyri vevkonurnar, at høli eru at veva í, og at hølini ikki verða tikin frá okkum í tíð og í úrtíð. Vevarnir eru ikki lættir at flyta og fylla eitt sindur. Teir skulu allir takast sundur, berast, fyllast í stórar bilar og setast uppaftur. Vevarnir eru gjørdir úr viði og hava brúk fyri at standa væl í einum góðum rúmi við støðugum hita. Viðurin gevur seg í skiftandi hita og kulda og verður vinskur. Tógvið má eisini liggja væl, so fuktur og mølur ikki kemur í.

Um neyðugt, so er eisini møguleiki fyri, at onnur kunnu koma inn í handarbeiðshúsið. Kvøldskúlaskeið, sum hóska inn, t.d. pappírsklipp við Ingun Joensen, talv við Inga Wiberg og møguliga ættargransking við Kára Thorsteinsson, hetta eru dømi úr skeiðslýsingini hjá kvøldskúlanum 2019/20

AA fundir kunnu saktans halda fram og eisini fundir hjá Hagastýrinum í Sandavági.

Vinarliga takið okkara uppskot upp á komandi býráðsfundi.

Við vón um góða viðgerð.

Vevkonurnar í Vágum.


Síggj undirskriftirnar á myndini niðanfyri her.