Gekkurin fór heldur ikki í kvøld

15-06-2018 - 20:29 - Jóanis Albert Nielsen

Hepni Gekkaspælarin ið slapp ígjøgnum til Gekkavertin við fullariplátu í kvøld var Lilla Arge úr Havn. Gekkurin í kvøld var 3,2 mió kr. Lilla fekk tó møguleikan at deila peningin í allar tríggjar leypurnar, soleiðis at 1,1 mió kr. var í hvørjum leypi.

Í hennara fyrstu roynd kom hon á kr. 100.000. Lilla valdi tó at fara víðari, og hesuferð kom hon á kr. 60.000, Lilla valdi at steðga við tær 60.000 krónurnar.

Gekkurin verður 3,4 mió kr.