Gilli skiftir til 07 Vestur

ítróttur07-03-2020 - 12:02 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár kunngjørdi venjarin hjá 07 Vestur, Julian Madsen, at felagið hevur styrkt seg við Gilla Samuelsen úr B36.

21 ára gamli Gilli spældi við 07 Vestur fyrru hálvu av kappingarárinum í 2018, áðrenn hann skifti aftur til B36. Tá kláraði skjóti leikarin at skjóta 6 mál í 15 dystum fyri 07 Vestur.

Umframt Gilla so er Martin Tausen komin aftur úr TB, og eru Jogvan Petersen og Vernar R. Olsen komnir úr HB.

Silas Eyðsteinsson kunngjørdi á ársveitsluni í fjør at hann skifti til AB, og tí mátti 07 Vestur hava ein nýggjan málmann. 07 Vestur fekk fatur á Rafael Veloso, sum hevur leikt á fleiri U-landsliðum hjá Portugal, umframt tað hevur hann leikt 21 dystir í næstbestu deildini í heimlandinum.

Pedja Jeremic sum er áleypari er eisini blivin partur av 07 Vestur hópinum.

Umframt Silas, so er Asbjørn Heðinson eisini farin til AB. 

Jákup Sveinbjørn Olsen og Emil Mikkelsen eru givnir.

07 Vestur spælir í dag klokkan 14 ímóti B71.