Gitte Henning hevur sett kós á Føroyar

vinna17-10-2019 - 20:14 - Jóanis Nielsen

 Gitte Henning er í kvøld farin at sigla móti Føroyum, teir royndu fyrst í norðast í føroyskum sjógvi og endaðu norðanfyri markið í altjóða sjógvi, teir hava 1.650 tons av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, veðrið er fínt norðuri á sildafeltinum og skiparin roknaði við, at veðrið bleiv gott allan vegin heim, tað blívur nokk eitt lot undan í alla nátt.

Gitte Henning verður á Tvøroyri um 18 tíðina fríggjakvøldið, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma á Tvøroyri. Í løtuni landar Finnur Fríði, men teir verða liðnir at landa, tá ið Gitte Henning kemur.