Giza/Hoyvík vann 3-0 á MB - myndir

ítróttur06-04-2015 - 23:54 - Jóanis Albert Nielsen

Í kappingini um Løgmanssteypið tók MB í dag móti Giza/Hoyvík.

Í fyrra hálvleiki leikti javnt á, og tað vóru ikki teir heilt stóru møguleikarnir. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, og fóru tí liðini til hálvleiks við støðuni 0-0.

MB kom út til seinni hálvleik, sum eitt óløgi, og vóru líka við at skora til 1-0, men málverjin hjá Giza/Hoyvík, tók skotið frá Solomon Kwao.

Giza/Hoyvík fingu teirra fyrsta mál uppá eitt innkast í høgrusíðu, sum var kastað inn í brotsteigin, har fekk Leivur Joensen høvdið á bóltin og so var 0-1 og 52 minuttir farnir. Eftir málið tók Giza/Hoyvík yvir, og MB kom aldrin rættliga við aftur í dystin.

Eftir 72. min. skoraði Jóhan Restorff Jacobsen til 2-0, og í yvirtíðini fekk so Ahmed Keita tað endaliga málið til 0-3. 

Sostatt vann Giza/Hoyvík 3-0 í Miðvági.

Sí eisini: AB vann 2-1 á 07 Vestur - myndir.