Góð undirtøka fyri seyðasýning í Kvívík

mentan28-10-2020 - 09:02 - Jóanis Nielsen

Góð undirtøka fyri seyðasýning í Kvívík

Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku í Kvívík.

Fýra hagapartar luttóku.

Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar nr. 1, 2, og 3. Bestu hagar nr. 1, 2, og 3, besta veturgamla veðr og besta eldri veðr.

Úrslitini fyri veðragjólingar vóru hesi:

1. Eigari Karstin S. Wang, Norðihagi

2. Eigari Hanus Joensen, Ognarhagin

3. Eigari Dánjal Petur Müller, Útihagi

Úrslitini fyri hagarnar vóru hesi:

1. Útihagi við 19,67 stigum í miðal

2. Frammihagi við 18,54 stigum í miðal

3. Norðihagi við 17,67 stigum í miðal

Besta veðurgamla veðr átti Øssur Andreassen, Frammihagi.

Og besta av eldri veðrunum átti Monika Kartinsdóttir, Norðihagi.

Fyrireikararnir siga, at undirtøkan fyri tiltakinum vísir seg at blíva betri og betri. Íalt vóru 53 seyðir, 44 veðragjólingar og 9 veðrar, sýndir.

Nógv fólk høvdu leitað sær í húsið at síggja, og tað gevur góðan hug at skipa fyri tiltakinum aftur næsta ár, siga fyrireikararnir, sum samstundis takka stuðlunum, kommununi, Føroya Bjór og MBM.

Sýnarar vóru Esmar Sørensen, Niels Absalonsen, Petur Andreassen og Hans Jákup Kallsberg.