Góðu veljarar kring landið

Politikkur31-08-2019 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Valstríðið nærkast endanum, og um nakrar dagar eigur tú avgerðina. Øll vit, sum hava bjóða okkum fram hava eftir førimuni roynt at lýst okkara meiningar um samfelagsviðurskiftir frá ymiskum sjónarhornum - lagt dent á mál og øki, sum eiga at fáa hægri játtanir og raðfesting. Hóast idiologiskt ósamd, so eru vit øll samd um eitt enn betri samfelag at liva og virka í.

Seinastu tíðina hevur postkassin verið á tremur av politiskum lýsingum, og ímillum allar hesar finnur tú eisini hana frá Sambandsflokkinum. Valskrá - løgtingsval 2019.

Sambandsflokkurin ynskir eitt samhaldsfast samfelag, har vit royna eftir evni og førimuni at taka okkum av hvørjum øðrum.

Vælferðarsamfelagið í breiðari merking fevnir um sosialmál, heilsumál, mentamál og útbúgvingarmál. Men alt hetta treytast av einum mennandi og blomstrandi vinnulívi, sum fær neyðugur karmar at virka innanfyri. Tað er tann stutta lýsingin, og hesa taki eg sjálvandi undir við.

Hóast Føroyar eru eitt valdømi, hvar vit sum bjóða okkum fram, skulu taka útgangsstøðið í øllum landinum, er einki forgjørt í at hava nøkur mál, sum hava lokalan týdning.

Vit liva í einum oyggjasamfelag og eiga at lurta eftir, hvat rørist í lokalsamfelagnum, uttan at tað fer av sporinum, sum vit tíverri hava hoyrt alt ov nógv til.

Av lokalum áhugamálum havi eg áhuga í einari fjølbroyttari vinnu, har betri karmar verða skaptir fyri at reka vinnu í oynni.

- At vit koma til eina niðurstøðu, hvør er besta loysnin ígjøgnum Sandavág og Miðvág, ella frá tunlinum á flogvøllin. Kommunurnar í Vágum hava eina ábyrgd at taka henda spurningin upp saman við Landsverk. Hetta verður gjørt við einum borgarafundi, har Landsverk leggur møguleikar við linjuføringum fram, og at borgarin og vinnulív sleppa til orðanna. Onga støðu at hava er eingin loysn

- Útbyggingin av Vága Floghavn eigur at setast á dagsskrá aftur. Longu nú sæst skjótt vaksandi tørvurin, og her eigur ikki at bíðast

- Skipaeftirlitið vestur í Vágar aftur

- At skipa ein ferðavinnupolitikk, sum skapar vinnuligar møguleikar, men ikki minst tekur atlit til okkara náttúru

- At samferðslan til og frá oynni er á hædd við onnur støð í landinum, og tænir øllum borgarum í størst møguligan mun, sum hava valt at búleikast her

- At ali- og fiskivinnan fáa bestu møguleikar at skapa meirvirði

- Bústaðarmøguleikar til øll

Hetta verður mítt síðsta íkast til kjaki, vónandi hevur okkurt skapt ans. Tí biði eg um tín stuðul.

Gott val øll somul!

Eivin H Jacobsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin