Góður streymur fyrst í komandi viku

vinna11-08-2019 - 12:00 - Jóanis Nielsen

Fiskamarknaðurin metir um avreiðingarnar fyri komandi viku:

Línuskip: Undir Føroyum eru trý línuskip úti, tey fiska mest av toski og hýsu. Tvey landa helst fyrst í vikuni. Eitt frystilínuskipunum er á Flemish Kap og eitt við Grønland. Flestu línuskipini liggja enn við bryggju.

Útróður: Streymurin verður góður fyrst í vikuni, og veðri verður gott. So vit rokna við nógvum útróðri, summarferian er av, og bólkur 5B hevur fingi meir fiskidagar aftur. Bátarnir fiska mest av toski og hýsu.

Partrolarar: Flestu partrolarnir eru til fiskarí, og fleiri virkir lata upp aftur nú, so nøkur pør fara helst at landa fyrst í vikuni. Trý av teimun fiska enn gulllaks.

Trolbátar: 2 trolbátar eru til fiskiskap, teir eru norðanfyri, teir fiska mest tosk og hýsu, og landa helst mitt ella seint í vikuni. Vantandi fara fleiri út á landleiðina fyrst í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Eitt frystir fiskin, meðan hini ísa fiskin umborð, eitt landar fyrst í vikuni.