Frá vinstru Palli Henriksen, Jens Guttesen og Janus Norðberg

Golf: Jens felagsmeistari í nýggjum meti

ítróttur19-08-2019 - 09:47 - Jóanis Albert Nielsen

Um vikuskiftið skipaði Tórshavnar Golffelag fyri felagsmeistarakapping á golfbreytini á Glyvursnesi.

Kappast á tilsamans 36 holum yvir tveir dagar.

Úrslitið gjørdist, at Jens Guttesen gjørdist tryggur vinnari við 162 sløgum tilsamans.

Nummar tvey gjørdist Janus Norðberg, sum brúkti 172 sløg, meðan Hans Pauli (Palli) Henriksen brúkti 175 sløg.

Við hesum úrslitinum tók Jens Guttesen metið, sum Bo Knudsen setti í 2014, tá hann brúkti 163 sløg í felagsmeistarakappingini.