Gott stig á vegnum Annika Olsen. Men hvar er forkvinnan í byggi- og býarskipanarnevndini?

politikkur16-08-2019 - 13:42 - Jóanis Nielsen

Eigarafeløgini undir Kongavarða fegnast um, at Annika Olsen, borgarstjóri, nú vil endurskoða ætlaðu byggingina undir Kongavarða. Men enn er einki broytt, og grannarnir og eigarafeløgini gevast ikki á hondum, fyrr enn býráðið sleppur verandi ætlan.

Í vikuni kom Annika Olsen, borgarstjóri, alment út við einum lyfti um at kanna, um ein betri loysn finst á ætlaðu íbúðarbyggingini undir Kongavarða. Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða fegnast almikið um lyftið frá borgarstjóranum, men kenna seg ikki trygg við støðuna so leingi uppskotið liggur til samtyktar.

Lyftið frá borgarstjóranum at kanna málið er í sær sjálvum eingin trygd fyri at verkætlanin ikki verður framd í verandi líki, um býráðmeirilutin ynskir tað.

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina undir Kongavarða, so hon loyvir ørvitisætlanini í óbroyttum líki, liggur enn frammi.

Í øllum hesum hava vit enn einki hoyrt frá uppskotstillaranum, forkvinnuni í byggi- og býarskipanarnevndini, Marin Katrinu Frýdal, sum at síggja til framvegis heldur røttu loysnina á bústaðartrupulleikanum í Havn vera at lata privatan byggiharra byggja 94 barakklíknandi íbúðir á einum øki ið einans rúmar 30 íbúðum. Og enn hevur borgarstjórin ikki bremsað hesari ætlan, bert lovað at kanna aðrar møguleikar.

Tí kenna grannarnir undir Kongavarða seg als ikki tryggar við støðuna, og ein bólkur av grannum hevur tikið seg saman um at savna undirskriftir ímóti ætlaðu verkætlanini hjá býráðnum.

Til ber hjá øllum at skriva undir áheitanina á Tórshavnar býráð um at steðga ørvitis verkætlanini undir Kongavarða her ímeðan tíð enn er: https://www.change.org/p/steðgið-ætlaðu-íbúðarbyggingini-undir-kongavarða

Undirskriftirnar verða handaðar Anniku Olsen, borgarstjóra, mikudagin 28. august.

Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða