Gøtunes kemur á Tvøroyri í morgin

vinna23-11-2021 - 13:53 - Jóanis Nielsen

 Gøtunes er á veg heim úr íslendskum sjógvi, við 1.900 tonsum av sild, sum teir skulu landa á Tvøroyri, tað er góð sild, støddin liggur um 380-390 gram.

Gøtunes verður á Tvøroyri fyrrapartin í morgin, teir sleppa framat at landa hósdagin.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, sildin í íslendska økinum nærkast nú markinum og gongur eysturyvir.

Tað er gott veður á leiðini har skipini royna, men tað verður helst eitt fís í nátt.